Góðan morgun Føroyar

Flytið øll eiturevni úr barnahædd
18-09-2020
- Hóast onkur væta hvørki luktar ella smakkar illa, so kann hon saktans vera ómetaliga vandamikil, sigur Absalon Eysturoy, barnalækni

Tá børn hava svølgt eitthvørt, tey ikki skulu, er umráðandi, at foreldur skjótast gjørligt finna útav, hvat eiturevni talan er um.

- Jú meira vit vita um tað, sum barnið hevur fingið í seg, jú lættari og skjótasri er tað hjá okkum at veita neyðugu hjálpina, sigur Absalon Eysturoy, barnalækni á Landssjúkrahúsinum.

Hóast tað ikki hendir ofta, so er tað ikki óvanligt, at børn blíva innløgd, tí tey hava fingið okkurt slag av eiturevni í seg.

- Leggur tú merki til, at barnið hevur svølgt okkurt evni, so er umráðandi at seta seg í samband við lækna sum skjótast. Tað er ikki altíð, at kroppurin hjá einum barni reagerar beinanvegin, men tað merkir ikki, at eiturevnið ikki ger skaða, sigur Absalon Eysturoy.

Hann heitir á øll foreldur og vaksin sum heild at tryggja sær, at eitt nú vesireins, uppvaskiisápa, heilivágur og annað ikki stendur í barnahædd.

- Tað er ikki altíð so lætt at viðgera eitt barn, ið hevur fingið eiturevni í seg, tí tað er ymiskt, hvussu mótgiftin riggar upp á barnið. Tí er tað sera týdningarmikið, at øll slík evni standa soleiðis, at børn ikki kunnu røkka teimum. Harafturat er tað umráðandi, at handlar og fyritøkur, ið selja slíkt, upplýsa keyparar um vandanar, ið kunnu standast av evnunum, um børn fáa tað í seg, sigur Absalon Eysturoy.

Í morgunsendingini greiddi hann frá mannagongdini, tá eitt barn hevur fingið eiturevni í seg.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024
Veðrið, hondbóltur, stand-up, slaktari
07-05-2024
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024