Politikarar og vinnulívsfólk skrásett í Kina

18.09.2020 - 13:24
InnlendisSamfelag
Politikarar og vinnulívsfólk skrásett í Kina
Ein danskur serfrøðingur heldur, at upplýsingarnar í kinesiska dátugrunninum kunnu brúkast til at trýsta fólk
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður og fyrrverandi løgmaður, er millum teirra, sum eru í kinesiska dátugrunninum

164 føroyingar eru skrásettir í kinesiska dátugrunninum, sum eitur Overseas Key Information Database.

Tað er kinesiska KT fyritøkan, Zhenzhua, sum hevur savnað tilfarið í dátugrunnin.

Kringvarpið hevur sæð listan av føroyingum, sum eru skrásettir í dátugrunninum.

Eisini familjulimir

Millum teirra, sum eru á listanum, eru politikarar og vinnulívsfólk, men fyri tað mesta eru tað familjulimir ella fólk við tilknýti til politikarar, sum fylla meginpartin av listanum.

Fólkini á listanum eru bólkað í tvey. Í øðrum bólkinum eru tey, sum eru í ætt við, ella hava tilknýti til áhugaverdan persón, meðan hin er um fólk við politiskum tilknýti.

Flemming Splidsboel Hansen, serfrøðingur, heldur, at upplýsingarnar kunnu brúkast at sníkja seg inn á teldur hjá óvitandi fólki.

 

Listin er gjørdur á sumri í 2018, og dagførdur um heystið sama árið, og tí endurspeglar hann í stóran mun viðurskifti kring undanfarnu samgongu.

Tað eru í høvuðsheitum upplýsingar sum liggja alment á alnótini, sum eru settar saman, eitt nú á facebook, instagram, linked-in, men eisini politiskt tilknýti og aðrir møguligir persónligir upplýsingar.

Trýsta fólk

- Upplýsingarnar kunnu nýtast til at trýsta fólk og at hakka seg inn á teldur hjá óvitandi fólki. Tað sigur Flemming Splidsboel Hansen, serfrøðingur og granskari í uttanríkispolitikki, um stóra dátugrunnin við nøvnum sum er komin undan kavi.

Hoyr samrøðu við Flemming Splidsboel Hansen í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860