SAS-avlýsing rakar ferðavinnuna meint

22.09.2020 - 17:48
Innlendis
SAS-avlýsing rakar ferðavinnuna meint
Helgi Abrahamsen vísir aftur, at nýggja avgjaldið á flogfeløgini fyri koronakanningar er orsøkin til, at SAS nú gevst at flúgva til Føroyar
Jóhanna á Bergi og Helgi Abrahamsen í útvarpsstovuni

Aftaná at hava flogið millum Keypmannahavn og Føroyar seinastu trý árini  heldur skandinaviska flogfelagið SAS nú uppat við allari flúgving á Føroyarutuni um 9 dagar. 

Tað segði Sille Bech Hansen, virkandi kunningarleiðari hjá SAS, við útvarpstíðindini á middegi. 

Orsøkirnar eru minkandi ferðafólkatalið og nýggja gjaldið fyri koronakanningar, ið landsstýrið áleggur flogfeløgunum at krevja. 

Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, harmast um boðini, tí tað merkir, at talið av ferðafólkum fer at minka. Tí er tað eisini týdningarmikið, at ongar avmarkingar verða settar, um SAS aftur ynskir at flúgva til Føroyar næsta summar. 

Men er tað rætt, at SAS einans flýgur, tá teir kunnu skúma róman, meðan Atlantic Airways má flúgva um veturin? Hvat hendir við príspolitikkinum hjá Atlantic Airways, nú við aftur fáa eina monopol-líknandi støðu? Og hevur landsstýrið beint fyri kappingini á økinum við nýggja gjaldinum fyri koronakanningar?

Í sendingini verða hesir spurningarnir viðgjørdi við Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í vinnumálum, og Jóhanna á Bergi, stjóra í Atlantsflogi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815