SAS: Føroya-rutan ber seg ikki í løtuni

22.09.2020 - 13:11
Innlendis›Vinna
SAS: Føroya-rutan ber seg ikki í løtuni
Felagið gevst at flugva millum Keypmannahavn og Vágar 1. oktober
Sille Beck Hansen er virkandi kunningarleiðari hjá SAS

Støðan við koronu ger, at ferðafólkatalið er minkað so nógv, at Føroya-rutan ber seg ikki.

Tað sigur Sille Beck Hansen, virkandi kunningarleiðari hjá SAS.

Felagið hevur ti gjørt av at gevast við flúgvingini til Føroya 1. apríl.

Ein onnur orsøk er, at flutningsfeløgini nú eisini fáa álagt at krevja gjald fyri tað, sum tað kostar at verða kannaður fyri koronu á flogvøllinum í Vágum.

Hoyr samrøðu við Sille Beck Hansen í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775