Friðing er einasta bjargingin

23.09.2020 - 16:31
Innlendis
Friðing er einasta bjargingin
Óla Jákup úr Dímun, formaður í Útoyggjafelagnum

Tað kann ikki vera rætt, at persónar við skjóttgangadi bátum oyða fuglastovnarnar, sum onnur royna at bjarga.

Tað sigur Óla Jákup úr Dímun, formaður í Útoyggjafelagnum, nú tað 1. oktober aftur verður loyvt at skjóta lomviga, lunda, álku og skarv.

Formaðurin í Útoyggjafelagnum metir, at ein friðing av stovnunum er einasta loysnin.

- Tað einasta vit kunnu gera fyri at bjarga tí síðsta fuglinum, tað er at lata hann fáa frið. Og tað haldi eg, at vit sum mentafólk eiga at gera, sigur Óla Jákup úr Dímun.

Útlendskur stovnur
Sjúrður Hammer, fuglafrøðingur, skilur væl hugsanina hjá formanninum í Útoyggjafelagnum, og vísir á, at hetta er ein væl kendur trupulleiki ymsastaðni kring landið.

Hann vísir kortini á, at trupulleikin ikki bara er føroyskur, tí nógvur útlendskur fuglur verður skotin um veturin.

- Eg haldi tað er týdningarmikið, at vit koma burtur frá hesum rættiliga snævurskygda veiðimannamentalitetinum, at av tí, at tað kanska er útlendskur fuglur, so skulu vit bara veiða so nógv sum møguligt, sigur Sjúrður Hammer.

Tí eftirlýsir hann eina norðurlendska fyrisiting av fuglastovnunum.

- Tað kann væl henda seg, at vit veiða ein part av einum bústovni hjá einum øðrum landi. Nakað sum eg haldi vit áttu at tikið í størri álvara, sigur hann.

Hoyr samrøðuna, sum bleiv gjørd við Óla Jákup úr Dímun og Sjúrður Hammer í Stóra Dímun í dag.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373