- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vit taka andan frá gamla Hafnia við okkum
Nýggja Hotel Hilton Garden Inn er um at verða klárt at lata upp fyri gestum. Fyri at verða vís í, hvat fólki dámar av mati, skipaði leiðslan á hotellinum seinasta hóskvøld fyri royndarsmakking í nýggju stásiligu hølunum. 23 tilvildarliga vald fólk vórðu boðin á matstovuna at royna matskránna við víni afturvið. Tey skuldu geva síni skoðsmál við at útfylla eitt spurnarskema, har man kundi geva 1-5 stjørnur. Martin Restorff er stjóri á hotellinum. Hann gleðir seg til at taka ímóti gestum. Hann dylir ikki fyri, at hann er vaksin upp á Hotel Hafnia, og at hann heilhjartaður fer at taka hendan ?andan? við sær á nýggja hotellið. Nú, Martin er bróðursonur M.C. Restorff, varð hann spurdur, um kendi sangarin og sangskrivarin ikki man fara at undirhalda við klavertónum og sangi í matsvotuni. Hesum játtaði Martin og segði, at M.C. heilt víst fera at verða nógv at síggja á matstovuni á Hotel Hilton Garden Inn. M.C. Restorff var annars stjóri á gamla hotel Hafnia í eitt mannaminni. Martin dugir ikki at siga heilt neyvt, nær hotellið letur upp, men tað verður heilt skjótt. Jákup Sumberg er høvuðskokkur á matstovuni, og Rósa Maria Restorff stendur fyri víninum. Vikuskiftissendingin var við til royndarsmakkingina hóskvøldið. Hoyr reportasjuna. Sí eisini myndarøð niðanfyri.
Tak niður