Føroysk veðurstova setast á stovn

02.10.2020 - 14:39
Innlendis›Politikkur
Føroysk veðurstova setast á stovn
Næsta ár verða 3,2 milliónir kr. játtaðar aftrat til at stovna veðurstovu
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Nú verður ein føroysk veðurstova veruleiki.

Tað vónar í øllum førum Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum varðar av økinum.

Játtanin til veðurtænastuna hækkar 3,2 milliónir krónur á fíggjarlógaruppskotinum  næsta ár, so játtanin verður góðar átta milliónir krónur tilsamans.

Veðurtæntastan varð yvirtikin í 2009, men nú, 11 ár seinni, eru veðurballónirnar, sum Arfinnur Thorsteinsson og onnur starvsfólk á Vørn senda upp tvær ferðir um samdøgrið, høvuðsvirksemið hjá veðurtænastuni.

Harumframt verða veðurforsagnir lisnar á telefonsvarara fýra ferðir um samdøgrið, og so umsitur Veðurtænastan veðurstøðirnar í Akrabergi, Mykinesi, Fugloy, á Borðuni, Eiði og í Havn.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711