Svimjisambandið flytur til Runavíkar

06.10.2020 - 18:16
InnlendisSamfelag
Svimjisambandið flytur til Runavíkar
Flutt verður longu um vikuskiftið

Svimjisamband Føroya flytir nú sína skrivstovu og goymslu til Runavíkar.

Gamla ÍSF-húsið í Gundadali í Havn skal takast niður, tí nýggjur langhylur skal byggjast har.

Tað ber í sær, at sersambondini noyðast at flyta.

Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandinum, sigur, at tað ikki er ein nýggjur tanki í Svimjisambandinum at flyta úr Havnini.

Svimjisambandið flytur úr Havn til Runavíkar longu hetta vikuskiftið. Nýggi bústaðurin eitur Heiðavegur 13, og er í sama bygningi sum Visit Runavík.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Veðrið
206133
Týsdag 24. mars
Andakt
206129
Týsdag 24. mars
Tinggáttin - teknmálstulkað
206085
Mánadag 23. mars
Tinggáttin
206081