Góðan morgun Føroyar

Føroyar hægsta títtleika av tarmsjúkum í heiminum
21-10-2020
Mett verður, at yvir 1.000 føroyingar hava tarmbrunasjúku

Turið Hammer hevur skrivað og vart eina ph.d-ritgerð um tarmbrunasjúkur í Føroyum. Tað vísir seg, at Føroyar er tað landið í heiminum, ið hevur hægsta títtleika av tarmsjúkum. Mett verður at yvir 1.000 føroyingar hava tarmbrunasjúku. Tað er tríggjar ferðir fleiri tilburðir samanborið við okkara norðurlendsku grannar.

Djóni Nolsøe Joensen, løgtingslimur, er ein teirra, ið livir við tarmbrunasjúku. Ráðini frá Djóna eru at lata seg kanna sum skjótast, um sjúkueyðkenni vísa seg. Fyri hann hava kostvanar og rørsla gjørt, at hann bert noyðist at taka heilivág eftir tørvi.

Turið Hammer og Djóni Nolsøe Joensen vitjaðu morgunsendingina, har tey umrøddu evnið. Til ber at hoyra samrøðuna við at trýsta á pílin omanfyri.

Leygardagin 24. oktober skipar Colitis Crohn felagið í Føroyum fyri tiltakið, har tað ber til at hoyra meira um tarmbrunasjúkur - m.a. greiða fólk frá, hvussu sjúkan ávirkar teirra lív. Møguligt verður at seta teimum og fakfólki spurningar. Fyri limir er tiltakið ókeypis, men øll eru vælkomin. Tó er neyðugt at melda seg til við at senda ein teldupost á ccf@ccf.fo. Tiltakið verður í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum kl. 13, leygardagin 24. oktober.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024
Veðrið, hondbóltur, stand-up, slaktari
07-05-2024
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024