Kann verða ein bumba undir samgonguni

21.10.2020 - 09:20
Innlendis›Politikkur
Kann verða ein bumba undir samgonguni
Uppskot, sum javnsetir samkynd foreldur við onnur í lógini um barsilsfarloyvi og barsilspening, er nú lagt fyri tingið
Uppskotið um at javnseta samkynd forseldur í Barsilsskipanini er lagt fram, men enn er ógreitt, nær tað fær fyrstu viðgerð í tinginum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Átta tingfólk í andstøðuni hava nú lagt uppskot fyri løgtingið, sum skal javnseta rættin hjá samkyndum foreldrum við onnur foreldur til barsilsfarloyvi og barsilspening.

Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum, sigur, at atkvøður eitt nú Johan Dahl í Sambandsflokkinum fyri uppskotinum, kann tað verða ein bumba undir samgonguni, tí Miðflokkurin hevur longu gjørt greitt, at hendir tað, so er eingin samgonga.

Bjarni Kárason Petersen í Framsókn er millum tey átta, sum hava lagt uppskotið fram.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891