Fylgja tilmælunum frá WHO

bannari
22.10.2020 - 12:20
InnlendisHeilsa
Fylgja tilmælunum frá WHO
Avbyrgingin og sóttarhaldið í sambandi við koronu verður stytt niður í 10 dagar
Lars Fodgaard Møller, landslækni

Koronutilmælini verða nú broytt, soleiðis at tey, sum hava fingið staðfest smittuna, skulu vera avbyrgd í 10 dagar. Tilmælið hevur verið 14 dagar.

Sama er galdandi fyri tey, sum fara í sóttarhald.

Nýggju tiltmælini eru sett í gildi í dag. 

Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur, at nýggju tilmælini eru tey somu, sum heimsheilsustovnurin, WHO, mælir til.

Og landslæknin er sannførdur um, at nýggju tilmælini fara ikki at hava við sær, at smittan breiðir seg meira.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Sunnudag 5. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Sunnudag 5. apríl
Bolero
206626
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. apríl
Andaktin
206635
Sunnudag 5. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
206624
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597