Góðan morgun Føroyar

Næmingar halda Løksting
29-10-2020
Øll børn skulu duga føroyskan dans áðrenn triðja flokk, og skúlating skulu avtakast. Hetta eru nøkur av lógaruppskotunum á Løkstingi

Í Runavíkar Kommunuskúla halda næmingarnir, sum ganga í 8. og 9. flokki, Løksting. Byrjað var í gjár og hildið verður fram í dag.

Næmingarnir, sum eru 110 í tali, hava skipað seg í fimm flokkar: Náttúruflokkin, mentanarflokkin, skúlaflokkin, etiskaflokkin og ungdómsflokkin.

Her gongur alt fyri seg upp á sama máta sum í Løgtinginum. Tey leggja fram lógaruppskot fyri Løkstinginum, sum síðani fer í nevnd og at enda til atkvøðugreiðslu, sigur Jónleif Johannesen, sum er varaskúlastjóri í Runavíkar Kommunuskúla.

Morgunsendingin hevur vitjað á Løkstingi og prátað við varaskúlastjóran fimm umboð fyri flokkarnar.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Fólkaatkvøðan 1946
14-09-2026
25 ár síðan 9/11 álopið
11-09-2026
Prát um 9/11 og veðrið
11-09-2026
Beinleiðis brøv á Langasandi og VB 100 ár
10-09-2026
Prát um 9/11 og veðrið
10-09-2026
Útróðrarmaður, rørsluvika
09-09-2026
Filosofiskur og veðrið
09-09-2026
Prestahjún, gartnarin
08-09-2026
Prestahjún og gartnari
08-09-2026
Prát og veðrið
08-09-2026
Reyði Krossur í Klaksvík og nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum
07-09-2026