Omaná valkvøldið

bannari
10.11.2020 - 16:31
Lívsstílur
Omaná valkvøldið
Jákup Sumberg, høvuðskokkur, gevur tær eina uppskrift til eina skjóta, lætta og vælsmakkandi dessert

Valkvøld eru sum oftast merkt av góðum hýri, vælsmakkandi mati og annars familjuhugna.

Jákup Sumberg, høvuðskokkar á nýggju matstovuni Hallartún, vitjaði Gunnar Nolsøe og Leif Láadal í útvarpsstovuni við einari vælsmakkandi dessert, sum bæði er løtt at gera og smakkar sera væl.

Tilfar: 

  • Sukur
  • 2 nelikar
  • 1 kanelstong
  • 4-5 dl appelsindjús
  • Ananas
  • Ristað kokus (pynt)
  • Vaniljuís ella vaniljukrem (afturvið)
  • Møguliga saft frá einari sitrón

Mannagongd:

Stoyt sukur á eina heita pannu, stoyt so mikið nógv, at pannan er dekkað.

Bíða til sukurið smeltar.

Koyr nelikar og kanelstongina í og stoyt appelsindjúsið omanyvir.

Kóka síðani upp.

Flys ananasið og sker í fýra bitar. Legg hesar í eitt ovnfast fat og stoyt lakan omaná.

Koyr lok/silvurpappír á fatið og stilla síðani í ovnin á 150 hitastig.

Sting steikinál ella knív í ananasið. Tá ananasið er bleytt eins og eitt kókað epli, er klárt at taka úr ovninum.

Smakka møguliga til við sitrón.

Koyr ananasið á ein tallerk, stoyt lakan omaná og pynta við snerktum kokosið og vaniljuísi ella vaniljukremið.

Um tær tørvar meira nágreiniliga vegleiðing, kanst tú lurta eftir samrøðuni omanfyri, har Jákup greiðir nærri frá, hvussu tú gert lekru dessertina.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343