Persónliga kontaktin besta vápnið

bannari
10.11.2020 - 18:01
InnlendisPolitikkur
Persónliga kontaktin besta vápnið
Valstríð kann førast á ymsan hátt, men spyrt tú Jóannes Eidesgaard kemur tú longst við at tosa við fólk

Jóannes Eidesgaard hevur verið virkin í politikki, síðan hann stillaði upp til kommunuvalið á Tvøroyri í 1980.

Ein av orsøkunum til at hann kom inn, sigur Jóannes vera sambandið, hann hevði við fólk í býnum, tí hann var lærari og kom tí í samband við nógv fólk dagliga. Eisini hjálpti tað, at hann var virkin í ítrótti, har samstarv við nógv ymisk fólk var leisturin.

- Tað eru tær persónligu relatiónirnar millum valevni og veljara, sum viga mest, tá samanum kemur, sigur Jóannes.

Um broytingina, sum er farin fram í kommunalpolitikki frá tá til nú, sigur fyrrverandi løgmaður, at tá vóru stóru málini í kommununi til dømis vinnulívið, har flakavirki og bátar fyltu nógv hjá kommununi, sum var ein virkin viðleikari í vinnuni.

Síðan tá eru eldra- og dagstovnaøki yvirtikin, og tey bleytu virðini eru komin meira á skránna.

Hetta hevur við sær, at tað er meira áhugavert hjá valevnum at stilla upp, tí har er meira at arbeiða við, tó at tað ikki er eins lætt hjá smærru kommununum, har fíggjar- og umsitingarorkan ikki er stór, og tað er hjá teimum stóru.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454