Framsókn ikki við í meirilutanum

11.11.2020 - 11:34
Innlendis›Politikkur
Framsókn ikki við í meirilutanum
Ruth Vang sigur, at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin høvdu longu avtalað tað mesta, áðrenn samráðingarnar byrjaðu
Tá valúrslitið í Havn varð greitt í gjárkvøldið, frættist, at Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Framsókn fóru at skipa býráðssamgongu.

Heldur vera eitt virðiligt umboð í minnilutanum enn eitt veikt umboð í meirilutanum.

Tað sigur Ruth Vang í Framsókn, sum var við, tá samráðingarnar um meirilutan í Tórshavnar býráði byrjaðu í gjárkvøldið.

Men hon var ikki við, tá tær endaðu tíðliga í morgun.

Ruth Vang sigur, at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin høvdu longu avtalað tað mesta, áðrenn samráðingarnar byrjaðu.

Ruth Vang varð vald í Tórshavnar býráð á kommunuvalinum í gjár. Hon fekk 246 atkvøður.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026