Nevndin í SEV má broytast

17.11.2020 - 16:31
InnlendisSamfelag
Nevndin í SEV má broytast
Tað ber ikki til at skifta at kalla alla nevndina í SEV út í senn, sigur John Zachariassen, fráfarandi nevndarformaður

Kommunuvalið lagaði seg soleiðis, at í øllum føri seks av sjey nevndarlimum í SEV skulu skiftast út. Av verandi SEV-nevnd er Suni Jacobsen í Sørvági tann einasti, sum varð afturvaldur á kommunuvalinum. Og við sterku siðvenjuni, har tað at kalla altíð eru bý- og bygdaráðslimir, sum verða vald í nevndina hjá SEV - so er ikki sannlíkt, at nakar av hinum seks halda fram í nevndini hjá SEV.

Tað er óheppið, metir fráfarandi nevndarformaðurin í SEV, John Zachariassen, sum eftirlýsir størri kontinuitet í nevndararbeiðið.

Tórshavnar Kommuna er størsti, einstaki eigari í SEV. Heðin Mortensen, sum á nýggjárinum tekur við sum borgarstjóri, hevur í áravís tosað um at styrkja nevndina í SEV við fleiri, fakligum førleikum. Hansara uppskot er at styrkja verandi nevnd, og tað skal gerast við eini trýmannanevnd við serfrøðingum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk 30.apríl 2026
207342
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk: Andy Scott um Reincarnation
207339
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708