Skoytubreytin til ampa fyri vinnulívið

18.11.2020 - 13:54
InnlendisVinna
Skoytubreytin til ampa fyri vinnulívið
Bilferðslan verður nógv darvað, og tað oyðileggur vinnulívið í miðbýnum, siga vinnurekandi í Havn
Seinastu árini hevur skoytubreytin verið á Vaglinum, men nú verður hon flutt oman í Vágsbotn. Tað dámar ikki handilslívinum í miðbýnum í Havn
Mynd: Hagstovan  

Handlar í miðbýnum í Havn eru sera ónøgdir um, at kommunan hevur avgjørt at leggja skoytubreytina í Vágsbotni.

Tað ber í sær, at bilferðslan verður munandi darvað. Til dømis kunnu bilar ikki koyra beinleiðis millum Skálatrøð og Vaglið.

Hetta oyðileggur vinnulívið í býnum, halda fleiri vinnurekandi.

Teirra millum eru Høgni Lützen, stjóri í Valdemar Lützen, Carl August Arge, útróðrarmaður, og Siri Eysturoy.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Vit hava biðið um eina viðmerking frá Anniku Olsen, borgarstjóra í Havn, men hon vísir til Boga Jacobsen, tekniska stjóra hjá kommununi. 

Borgarstjórin sigur í sms-boðum, at málið um staðseting av skoytubreytini er tikin í mentanarnevndini og byggi- og býarskipanarnevndini eftir tilmæli frá umsitingini. 

Tað hevur ikki eydnast at fáa orðið á Boga Jacobsen, tekniska stjóra í kommununi.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444