50-70 prosent mugu koppsetast, skal tað gera mun

25.11.2020 - 13:24
InnlendisHeilsa
50-70 prosent mugu koppsetast, skal tað gera mun
Ein arbeiðsbólkur ger í løtuni eina koppsetingarætlan fyri Føroyar
Lars Fodgaard Møller, landslækni, er formaður í arbeiðsbólkinum, sum ger eina koppsetingarætlan fyri Føroyar

Helst skulu í minsta lagi 50-70 prosent av føroyingum verða koppsett fyri covid-19, skal koppingarevnið gera avgerandi mun.

Tað sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni og formaður í arbeiðsbólkinum, sum í hesum døgum arbeiðir við at gera eina koppsetingarætlan fyri Føroyar.

ES hevur gjørt avtalur við fleiri fyritøkur um at keypa koppingarevni fyri Covid-19. Enn hevur evropeiski heilivágsstovnurin ikki góðkent nakað koppingarevni, men tað verður væntandi fyrsta dagin.

Føroyar fáa eisini lut í hesum koppingarevnunum, og tað er gjøgnum Danmark.

Heilsumálaráðið sigur á heimasíðuni, at danski Serumstovnurin hevur gjørt avtalu við heilivágsfyritøkuna, AstraZeneca, sum longu nú er farin undir hópframleiðslu av koppingarevni.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV