Bustar dustið av heildarætlan fyri Hoydalar

bannari
25.11.2020 - 17:30
InnlendisSamfelag
Bustar dustið av heildarætlan fyri Hoydalar
Fyri trimum árum síðani gjørdi Bústaðir eina heildarætlan fyri Hoydalar. Nú tykist politiskur vilji vera at fáa fólk at búgva har

Nýtt lív er kyknað í kjakið um gomlu bygningarnar í náttúruvøkru Hoydølum.

– Tað skal vera eitt øki, har fólk búgva og virka, ljóðaði boðskapurin frá komandi formanninum í byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar Kommunu í Degi & Viku í gjárkvøldi:

Komandi býráð ynskir at yvirtaka Hoydalar frá Landsstýrinum, og landsstýrismaðurin í mentamálum tekur væl ímóti ynskinum.

31. mars í 2017 bað Rigmor Dam, táverandi landsstýriskvinna í mentamálum, øll, sum høvdu áhuga og hugflog, um at senda sær uppskot um, hvat bygningarnir í Hoydølum skuldu brúkast til, eftir at gamli Studentaskúlin og HF-Skeiðið flutti í Marknagil.

Almenna bústaðarfelagið Bústaðir fekk tá arkitekta-fyritøkuna Zeta at gera uppskot um eina heildarætlan fyri Hoydalar, sum bæði tekur atlit til náttúruna og brúkar verandi bygningar. Í uppskotinum til Mentamálaráðið skrivar Bústaðir, at tey kunnu fíggja íbúðarpartin fult út.

Tað eydnaðist tó ikki Bústøðum at sannføra landsstýriskvinnuna. Í juli 2018 gjørdi Rigmor Dam av, at Tjóðsavnið og LISA, tað er Listafólkasamband Føroya, skuldu flyta inn í Hoydalar.

Nú politiskt ynski er at brúka økið í Hoydølum til bústaðir, barnagarð og annað, almannagagnligt virksemi, er Bústaðir til reiðar.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763