- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Hesir tora væl at gráta
27-11-2020
Henrik Old, Gunnar Hjelm og Bergtórur Hjelm Bjarkhamar viðgjørdu evnið 'menn og grátur'
Grátur - vit gráta, tá ið vit verða ávirkaði kensluliga. Men tað er ymiskt hjá okkum menniskjum, hvussu lætt kenslurnar fara avstað við okkum.
Tað er ein sannroynd, at yvirskipað fella kvinnur fleiri tár enn menn. Í miðal gráta tilkomnir menn 0-1 ferð um mánaðin, ímeðan kvinnur gráta 4-5 ferðir um mánaðin. Tað staðfestir kanning gjørd á Tilburg University í Hollandi.
Men so ymisk sum kynini eru, so ymiskir eru menn eisini. Summir hava lættari at fella tár enn aðrir. Men vit síggja alsamt oftari menn gráta, tá teir eitt nú eru til fótbóltsdystir, tá ið teir úttala seg í miðlunum o.s.fr.
Hoyr hvat Gunnar Hjelm, Bergtórur Hjelm Bjarkhamar og Henrik Old høvdu at siga um tað at gráta.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024