Jacqson í Klaksvík fer í søguna

27.11.2020 - 18:34
Lívsstílur
Jacqson í Klaksvík fer í søguna
Nýggju eigararnir fara ikki at halda fram við barrvirkseminum
Jacqson í Klaksvík
Mynd: KVF  

10. oktober í ár var seinasti dagur, Jacqson hevði opið. Jacqson fer nú í søguna, og hølini eru seld til Angus Steakhouse. Vikuskiftissendingin prátaði við ein sorgbíðan Lindi Gardar, sum saman við foreldrunum hevur átt og rikið Jacqson seinastu seks árini. Staðið hevði góða undirtøku millum fólk í Klaksvík, og Lindi sigur, hann vónaði, at nýggju eigararnir fóru at halda fram við virkseminum hjá Jacqson. Men so verður ikki. Klaksvíkingar skulu nú venja seg við, at matstovan Angus Steakhouse fer at húsast í hølunum, har Jacqson helt til. Lindi Gardar fór í nýtt starv í januar í ár og gevst sostatt púra við at arbeiða í náttarlívinum í Klaksvík. Hoyr innslagið her.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328