Bjartskygd um kunngerð um larm

01.12.2020 - 14:02
Innlendis›Politikkur
Bjartskygd um kunngerð um larm
Felagið Heimafriður hevur fingið frágreiðing um hámarksvirði fyri gang frá skipum
Trina Eysturoy er forkvinna í Heimafriði

Felagið Heimafriður hevur verið á fundi við Umhvørvisstovuna og Umhvørvis- og Vinnumálaráðið, har greitt varð frá ætlaðu kunngerðini um hámarksvirði fyri gang frá skipum.

Trina Eysturoy, forkvinna í Heimafriði, er bjartskygd um kunngerðina.

Trina Eysturoy sigur, at hóast kunngerðin er gott stig á leiðini, loysir hon í sjálvum sær sjálvum ikki trupulleikan. Hon gevur nakrar karmar at arbeiða undir, men ábyrgdin og heimildin at gera nakað við larmin liggur enn sum áður hjá havnunum og kommununum, sigur Trina Eysturoy.

Landstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Helgi Abrahamsen, vónar framvegis, at kunngerðin kemur í gildi fyri ársskiftið.

 
Er kopiera

Sí eisini

  •  
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775