Runavík og ikki Klaksvík

04.12.2020 - 19:00
InnlendisSamfelag
Runavík og ikki Klaksvík
Skeltingin í Eysturoyartunnlinum verður broytt, so tað fer at standa Runavík og ikki Klaksvík, tá koyrt verður upp á eystara arm av Skálafjørðinum.
Tað var hendan myndin, ið Ólavur Frederiksen tók, sum festi í kjakið um skeltingina í Eysturoyartunnlinum. Skeltingin verður nú broytt til "Runavík".
Mynd: P/F Eystur- og Sandoyartunnlar á Facebook / Ólavur Frederiksen  

Tað var fyrr í vikuni, at tað kom fram, at tað fór at standa "Klaksvík" á skeltinum á frákroyringini í rundkoyringini í Eysturoyartunnlinum, sum vístir til frákroyingina upp til Rókina og eystara arm á Skálafjørðinum.

Hetta fall nógvum runavíkingum fyri bróstið, tí teir hildu, at tað átti at staðið "Runavík" heldur enn "Klaksvík", og mikil orrusta stóðst av skeltingini á sosialu miðlunum.

Borgarstjórin í Runavíkar kommuna, Tórbjørn Jacobsen, lá ikki sjóvarfallið av sær, og hevur nú fingið tilsøgn frá Landsverkið, at skeltingin verður broytt, tí hon gevur ikki meining, heldur borgarstjórin.

Runavík og kanska eisini Klaksvík

Stjórin í Landsverki, Sigurd Lamhauge, hevur valt at ganga Tobba á møti í skelti-spurninginum. Sigurd Lamhauge sær fyri sær, at tað fara at standa bæði Runavík og Klaksvík við frákoyringina upp til Rókina, Runavík og eystara arm av Skálafjørðinum. 

HOYR SAMRØÐUNA VIÐ SIGURD LAMHAUGE. 

 

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431