- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ætlar sær til Føroya í januar
10.12.2020 - 18:00
Innlendis›Politikkur
Ætlar sær til Føroya í januar
Tine Bramsen, verjumálaráðharri, var í samráði í fólkatinginum í dag

Trine Bramsen, verjumálaráðharri, var í samráði í fólkatinginum í dag um trygdina í Norðurhøvum
Skalt tú síggja fremmand flogfør, sum flúgva í loftrúminum yvir Føroyum, er ein hernaðarradari einasti møguleiki.
Tað segði Trine Bramsen, verjumálaráðharri, tá hon var í samráði í fólkatinginum í dag um trygdarstøðuna í Norðurhøvum.
Edmund Joensen, fólkatingsmaður, og Michael Aastrup Jensen úr Vinstra, høvdu boðsent verjumalaráðharran í samráð.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum við at trýsta á pílin omanfyri.
Trine Bramsen sigur, at hon ætlar sær til Føroya í januar at hitta Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkismálum, um hernaðarradaran, sum ætlanin er at seta upp á Sornfelli.
Meiri verður at frætta í Degi og Viku í kvøld.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Skráin á Tjóðpallinum 2026/27, fyrsta konsertin við Leu Eyðbjørg í Føroyum
213426
Nýggjastu sendingar í SV












