Góðan morgun Føroyar

Kirkjudyrnar stongdar um jólini
15-12-2020
Hóast dyrnar í kirkjunum eru afturlatnar jólaaftan og jóladag, so merkir tað ikki, at øll jólini eru avlýst, sigur bispur

Vit eru komin til ta niðurstøðu, at skilabest er at lata dyrnar aftur jólaaftan og jóladag.

Tað sigur Jógvan Fríðriksson, bispur, nú tað á tíðindafundinum í gjár varð gjørt greitt, at fólk ikki sleppa í kirkju jólaaftan og jóladag. Mælt verður somuleiðis til, at samkomur heldur ikki skipa fyri nøkrum hesar dagarnar, sum savnar nógv fólk.

Sambært bispi er tað serliga ein orsøk, sum fekk leiðsluna í fólkakirkjuni at finna fram til hesa loysnina um høgtíðina.

Eg haldi sjálvur, at hetta er mikið skilagott, tí at skula avgera, hvør kann koma inn í kirkjurnar um jólini, tað er ein so mikið stór avbjóðing, at vit komu til ta niðurstøðu, at skilabest er at lata dyrnar aftur hesar báðar dagarnar, sigur Jógvan Fríðriksson.

Í morgunsendingini greiddi bispur frá avgerðini um at lata kirkjurnar aftur jólaaftan og jóladag og hugleiddi um jól, siðvenjur, og hvat veruliga hevur týdning um høgtíðina.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Guðrun & Guðrun og summarlegur hjá Reyða krossi
30-04-2026
Prát og veðrið
30-04-2026
Norðoyatunnilin 20 ár, maraton met
29-04-2026
Prát og veðrið
29-04-2026
Morgunútvarp við veðri og prát um nýggjan, føroyskan heimildarfilm
28-04-2026
Morgunútvarp við veðri
28-04-2026
Tá leiðarar hugsa ov nógv, Tjernobyl
27-04-2026
Prát og veðrið
27-04-2026
Veðrið, kapping, prísvøka
24-04-2026
Punktum.fo, arkitekturur í norðuratlantshøvum, Summartónar
23-04-2026
Prát og veðrið
23-04-2026
Veðrið, Tónleikasamband Føroya nýggja forkvinnu, føroyingar og ferðamál í summar
22-04-2026