Torført at reka sparikassan

22.12.2020 - 13:14
InnlendisPengar
Torført at reka sparikassan
Virksemið hjá Suðuroyar sparikassa hevur leingi verið undir trýsti, tí inntøkan er ov lítil, sigur Fíggjareftirlitið
Søren Bruun er stjóri í Suðuroyar sparikassa

Virksemi hjá sparikassanum hevur leingi verið undir trýsti, tí inntøkan er ov lítil, og tí bankin ikki er nóg væl bjálvaður.

Tað sigur Fíggjareftirlitið um Suðuroyar sparikassa, eftir eina eftirlitsvitjan fyrr í ár.

Tað er eingin ivi um, at tað verður alsamt torførari at reka ein so lítlan banka sum Suðuroyar sparikassa, sigur stjórin, Søren Bruun.

Seinasta roknskaparár var avlopið hjá Suðuroyar sparikassa ein hálv millión krónur.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera

Sí eisini

  •  
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815