Høgni Hoydal óttast ikki kanning av uppboðssølu

16.01.2021 - 11:10
InnlendisPolitikkur
Høgni Hoydal óttast ikki kanning av uppboðssølu
Skattgjaldarin kann koma at bøta við 60 mió. kr. fyri royndaruppboðssølu hjá undanfarna landsstýri.

Føroyski skattgjaldarin stendur til at skula gjalda fyrsta 18 milliónir krónur - og í ringasta føri upp í 60 milliónir krónur, um roynaruppboðssølan í 2017 verður tikin uppí - til Reiðarafelagið í endurgjaldi í sambandi við, at Fiskimálaráðið tapti sakarmálið móti Reiðarafelagnum í Føroya rætti.

Dómurin í Føroya Rættur staðfestir, at Fiskimálaráðið gjørdi seg inn á ein galdandi sáttmála millum reiðarar og manningarfeløg, við at lóggeva um, at manningar ikki skuldu bera sín part av kvotukeypum á royndaruppboðssøluni í 2016.

Høgni Hoydal, sum var landsstýrismaður í fiskivinnumálum, tá lógin um royndaruppboðssøluni varð samtykt, heldur, at dómurin eigur at verða skotin inn fyri hægri rætt.

Og hann óttast heldur ikki, at ein kanningarstjóri verður settur at kanna málið.

Enn er ikki greitt, um Reiðarafelagið fer at krevja endurgjald fyri, at felagið bar allan kostnaðin av kvotukeyptunum á royndaruppboðssøluni í 2016.

Tilsamans er talan um 18 milliónir krónur, sum reiðarar hava goldið ov nógv fyri tær kvotur, sum keyptar vórðu á royndaruppboðssøluni í 2016. Men um sølurnar av kvotum á royndaruppboðssøluni í 2017 eisini verða roknaðar uppí, so verður talan um 60 milliónir krónur. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. mai
Morgunlestur mikudagur 15. mai 2024
174855
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949