Kommunur vilja hava aðra loysn

20.01.2021 - 12:20
InnlendisPolitikkur
Kommunur vilja hava aðra loysn
Høvuðssjónarmiðið er, at kommunurnar og havnirnar sjálvar semjast um ein felags leist saman við skipunum
Kommunufelagið hevur eina alternativa ætlan, sum kann loysa málið um óljóð frá skipum

Kommunurnar vilja ikki vita av uppskotinum um kunngerð frá Vinnumálaráðnum um óljóð frá skipum.

Kommunufelagið hevur tí gjørt eitt uppskot um eina aðra, eina alternativa, loysn.

Uppskotið er í 16 punktum.

Høvuðssjónarmiðið er, at kommunurnar og havnirnar sjálvar semjast um ein felags leist saman við skipunum.

Hvørki lóg ella kunngerð

Kommunufelagið heldur ikki, at ein lóg ella ein kunngerð skal gerast um óljóð frá skipum.

Um semja fæst millum havnir og skipavinnuna um ein leist, verður tað uppskotið lagt fyri landstýrismannin, og heitt verður samstundis á hann um at bíða við ella taka aftur uppskotið um kunngerð um larm frá skipum.

Uppskot eru eisini um arbeiðsbólk og um kærunevnd við tveimum umboðum fyri havnanetverkið og einum fyri skipavinnuna

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík og næstformaður í Kommunufelagnum, var í Breddanum í útvarpinum í gjár.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482