Fara undir tunnilsarbeiðið í summar

21.01.2021 - 18:00
Innlendis›Samfelag
Fara undir tunnilsarbeiðið í summar
Tunlarnir norður um Fjall verða bodnir út í februar
Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, væntar, at arbeiðið upp á tunlarnar norður um Fjall kann byrja tíðliga í summar

Gongst sum ætlað, verður farið undir tunnilsarbeiðið norður um Fjall tíðliga í summar. Arbeiðið verður boðið út um miðjan februar

Tað sigur Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki.

Løgtingið samtykti í dag einmælt við aðru viðgerð at hækka játtanarkarmin til báðar tunlarnar upp í 522 milliónir kr. Tað eru 270 milliónir meira enn í 2009, tá upprunaliga verklagslógin varð gjørd.

Uppskotið skal hava eina viðgerð aftrat í tinginum, og hon verður týsdagin. 

Stjórin á Landsverki sigur, at stórur prísvøkstur hevur verið seinastu árini, og haraftrat eru trygdarkrøvini nógv herd.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026