Góðan morgun Føroyar

Stamingin skal ikki vera ein forðing
25-01-2021
- Viðhvørt er tað irriterandi, men eg havi ongantíð upplivað stamingina sum eina forðing, sigur Theodor E. Dam Olsen.

Í sambandi við innsetingina av Joe Biden í farnu viku fegnaðist presturin, Theodor E. D. Olsen, um, at hóast Joe Biden altíð hevur havt avbjóðingar við staming, so heldur tað honum ikki aftur í at seta seg í forsetastólin.

Og júst staming er nakað, Theodor E. D. Olsen sjálvur kennir til.

- Eg havi ongantíð hugsað so nógv um tað, og eg havi á ongan hátt følt meg útihýstan, av tí at eg stami, sigur Theodor E. D. Olsen.

Hann dylur tó ikki fyri, at tað kann vera avbjóðandi viðhvørt.

- Tá eg eri í einum barnaføðingardegi ella í einari veitslu, har fólk tosa nógv og bróta hvønnannan av, havi eg trupult við at vera við í prátinum. Og í slíkum førum er tað irriterandi at stama, sigur Theodor E. D. Olsen, sum tó ongantíð hevur sæð stamingina sum eina forðing eitt nú í vali av útbúgving.

- Eg haldi, at tað er vigtugt, at mann lærir seg at liva við sær sjálvum, tí ein sjálvur er nokk tann persónurin, mann skal liva saman við restina av lívinum. Mann skal ikki altíð leggja so nógv í, hvat onnur siga, tí tað er ein sjálvur, sum er víðvøllurin, sigur Theodor E. D. Olsen.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, verkfall og skógvar til føroysk klæðir
14-05-2024
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024
Veðrið, hondbóltur, stand-up, slaktari
07-05-2024
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024