Uppskotið um barsil er ikki nóg greitt

28.01.2021 - 14:11
Innlendis›Politikkur
Uppskotið um barsil er ikki nóg greitt
Er ætlanin at tryggja øllum samskyndum javnrætt, má tað sigast greiðari enn tað, sum andstøðan hevur skotið upp, sigur Kristina Samuelsen, advokatur
Kristina Samuelsen, advokatur, og forkvinna í kærunevndini fyri Barsilsskipanina

Andstøðuuppskotið um at javnseta samkynd foreldur við hinskynd foreldur í Barsilsskipanini er ov ógreitt.

Tað heldur Kristina Samuelsen, advokatur, sum í nógv ár hevur arbeitt við familjurættarligum málum. Hon er eisini forkvinna í kærunevndini fyri Barsilsskipanina, og hevur verið løgfrøðiligur ráðgevi í løgtinginum.

Er ætlanin at tryggja øllum samkyndum javnrætt í Barsilsskipanini, so má hetta sigast greiðari, enn tað verður gjørt í lógaruppskotinum hjá andstøðuni, heldur Krisina Samuelsen.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Í Breddanum klokkan 17.05 verður ein longri samrøða við Kristinu Samuelsen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053