Trygdarráðið havt fyrsta fundin

03.02.2021 - 18:00
Innlendis›Politikkur
Trygdarráðið havt fyrsta fundin
Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum kunnaði um radaran, sum ætlanin er at seta upp
Trygdarráðið í Tinganesi hevur havt sín fyrsta fund

Nýskipaða trygdarráðið í landsstýrinum hevði sín fyrsta fund í gjár.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, kunnaði trygdarráðið um radaran, sum ætlanin er at seta upp í Føroyum.

Nú byrjar polittiska viðgerðin, bæði í landsstýrinum og í løgtinginum, og síðani fær danska stjórnin svar, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

Tey, sum manna trygdarráðið, eru Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og landsstýrismenninir Jenis av Rana og Jørgen Niclasen. Haraftrat eru nøkur embætisfólk.

Hoyr innsløg í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775