Netbankin seinkaður

05.02.2021 - 09:39
InnlendisSamfelag
Netbankin seinkaður
Nýggi netbankin hjá peningastovnunum er seinkaður, og Samleikin lýkur ikki lógarkrøvini í løtuni
Tað verður neyvan fyrr í heyst, at samleikin kann brúkast til at rita inn á nýggja netbankan.

Tað verður neyvan fyrr enn í heyst, at føroyskir netbankakundar sleppa at brúka Samleikan at rita inn við.

Samleikin varð alment tikin í nýtslu í oktober í fjør, og nýggi netbankin hjá peningastovnunum skuldi eftir ætlan vera klárur at taka í nýtslu tíðliga í ár, men hann er seinkaður.

- Netbankin er seinkaður, og talgildi Samleikin lýkur í løtuni ikki lógarkrøvini, sum eru áløgd, sigur Árni Ellefsen, formaður í Felagnum føroyskir peningastovnar.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431