Einki minni enn ein kollvelting

08.02.2021 - 13:27
InnlendisSamfelag
Einki minni enn ein kollvelting
Fyrsta flagið til vegarbeiðið í sambandi við tunlarnar norður um Fjall er loyst
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, loysti fyrsta flagið til vegagerðina í Ánunum við gravimaskinuni hjá Articon, sum skal gera vegarbeiðið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Á middegi loysti Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, fyrsta flagið til vegagerðina í sambandi við nýggju tunlarnar norður um Fjall.

Jørgen Niclasen segði í røðu síni, at við nýggju tunlunum verður økið eystan Múla av álvara flutt úr myrkrinum á víkiplássinum og út í ljósið.

Millum teirra, sum vóru hjástødd í Ánunum í dag, var Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, sum býr í Hvannasundi.

Hann heldur, at tað, sum er hent í dag, er einki minni enn ein kollvelting.

Hóast løgtingið fyrr hevur samtykt at gera tunlar norður um Fjall, og einki spurdist burturúr, kennir Steffan Klein Poulsen seg tryggan við, at teir nú verða gjørdir, tí pengar eru játtaðir, og tað var eitt einmælt løgting, sum samtykti verklagslógina.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum, sum Frants Jensen gjørdi úr Ánunum.

Frá vinstru Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, Sigurd L. Lamhauge, stjóri í Landsverki, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður, býr í Hvannasundi. Hann heldur, at nýggju tunlarnir norður um Fjall verða einki minni enn ein kollvelting.  (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179