Minnilutasamgonga riggar betur í etiskum málum

10.02.2021 - 10:37
Innlendis›Politikkur
Minnilutasamgonga riggar betur í etiskum málum
Johan Dahl atkvøddi saman við andstøðuni í tinginum í gjár, men tað fær ongar avleiðingar fyri hann
Bæði uppskotið hjá tinglimum í andstøðuni og uppskotið hjá Christiani Andreasen fullu í tinginum í gjár. Í báðum førum stóð á jøvnum, 16-16.

Samgongutingmaðurin, Johan Dahl, atkvøddi saman við andstøðuni fyri uppskotinum um at javnseta samkynd við hinskynd í barsilslógini, og við hesum breyt hann avtaluna í samgonguni um, at eingin samgongutingmaður skal atkvøða ímóti samgonguni.

Johan Dahl sigur, at ein minnilutasamgonga hevði verið betri í etiskum málum.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum, sigur, at tað fær ongar avleiðingar fyri Johan Dahl, at hann atkvøddi saman við andstøðuni. Men løgmaður dylur ikki fyri, at samgongan hevur fingið ein undir vangan.

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, sigur, at Johan Dahl hevur víst, at hann er ikki partur av samgonguni. Samgongan kom ikki minniluta, men Sambandsflokkurin hevur ein innanhýsis trupulleika, sigur Jenis av Rana.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858