Ritan aftur í sigling í næstu viku

12.02.2021 - 10:43
InnlendisSamfelag
Ritan aftur í sigling í næstu viku
Umvælingin hevur kostað umleið fýra milliónir kr.
Ritan er nú klár at fara aftur í sigling til Fugloyar og Svínoyar

Strandfaraskipið Ritan fer aftur í sigling í næstu viku.

Ritan fór á sleipistøð 8. desember í fjør, og nógv arbeiði er gjørt, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandfaraskipum landsins.

Umvælingin kostar umleið fýra milliónir krónur.

Nógv er gjørt við Rituna, meðan hon hevur verið á sleipistøð. Ritan hevur 50 ár á baki í hesum árinum. Hon varð smíðað í Hollandi í 1971.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425