Góðan morgun Føroyar

Sjúrður við familju flýggjaðu undan koronu
15-02-2021
Sjúrður Petersen og familjan, sum búgva í Keypmannahavn, eru fyribils flutt til Føroya fyri at fáa ein vanligan gerandisdag

Trivielli gerandisdagurin í Keypmannahavn hevur fingið Sjúrð Petersen og familjuna at venda nøsina heim til Føroya. Tey búgva annars í Keypmannahavn, har tey hava búð í 20 ár.

– Í Føroyum er alt ómakaleyst. Tað var eingin trupulleiki at líka flyta børnini inn í ein nýggjan skúla og barnagarð, greiðir Sjúrður Petersen frá.

Sjúrður er lærari og fer tí til arbeiðis umvegis telduna, har hann undirvísir donskum næmingum í framhaldsdeildini.

Gerandisdagurin hjá teimum í Keypmannahavn var gráur og mertkur av stúran, og tí er tað ein stórur lætti hjá honum og familjuni at sleppa at liva meira frítt í Føroyum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026
Røða í WHO og amerikanska miðvalið
04-11-2026
Veðrið og prát
04-11-2026
Útoyggj, Jens Midjord fótbóltsdómari
03-11-2026
Prát og veðrið
03-11-2026
Seyðahúsið við ánna, føroyskur dansur
02-11-2026
Prát og veðrið
02-11-2026