Eysturkommuna fyrireikar íbúðarbygging

27.02.2021 - 12:43
Innlendis
Eysturkommuna fyrireikar íbúðarbygging
Eftirspurningurin eftir alternativum bústøðum er stórur í Eysturkommunu
Norðragøta
Mynd: Kelda: Savn  

Eysturkommuna fyrireikar nú íbúðarbygging í Leirvík og Syðrugøtu. Eftirspurningurin eftir alternativum bústøðum er stórur. Tí hevur býráðið sett sær fyri at fáa gongd á íbúðarbygging fyri at fáa fleiri bústaðir í kommununi. Á býráðsfundinum hóskvøldið varð samtykt at bjóða út eitt øki í Syðrugøtu til íbúðarbygging.

Í januar samtykti býráðið at marknaðumskipa ein matrikul í Norðragøtu og bjóða hann út til íbúðarbygging. Økið er slakar 7.000 fermetrar og er beint norðanfyri eldrasambýlið Gøtubrá í Norðragøtu. Samstundis verður eisini arbeitt við at finna øki til íbúðarbygging í Leirvík. 

Íbúðirnar í Syðrugøtu verða væntandi klárar í hesi býráðssetuni, sigur Per Martin Gregersen, borgarstjóri.

Hoyr samrøðuna við borgarstjóran við at trýsta á pílin omanfyri.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444