Smyril Line endaði á akuttlista hjá læknastjóranum

bannari
03.03.2021 - 13:36
Innlendis›Heilsa
Smyril Line endaði á akuttlista hjá læknastjóranum
Tummas í Garði vísir aftur, at hann stendur í skuld til Smyril Line, sum stendur fyri stórum parti av arbeiðnum við koronukanningum
Tummas í Garði, læknastjóri, vísir aftur, at hann stendur í skuld til Smyril Line

Eigarin av Smyril Line ringdi til læknastjóran og spurdi eftir koronukoppseting til sín sjálvs og nøkur lyklastarvsfólk í fyritøkuni. Tey endaðu á einum akuttlista hjá Tummasi í Garði, og vórðu koppsett 15. januar.

– Vit vóru trilvandi í byrjanini av koppsetingartilgongdini, sigur Tummas í Garði í dag.

Læknastjórin, sum eisini er limur í koppsetingarnevndini, vísir aftur, at hann stendur í skuld til Smyril Line, sum hevur staðið fyri stórum parti av arbeiðnum við koronukanningum

Smyril Line hevur eisini bjóðað sær til at vera við í koppsetingararbeiðnum, tá ið stóra fjøldin av føroyingum skal koppsetast.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672