Lærarafelagið: Broytingarnar eru burturvið

11.03.2021 - 18:00
InnlendisSamfelag
Lærarafelagið: Broytingarnar eru burturvið
Formaðurin í Lærarafelagnum sigur, at skipanin má tryggja, at forskúlabørn sleppa at halda fram í sama skúla
Jacob Eli S. Olsen er formaður í Lærarafelagnum

- Allar broytingar í viðurskiftum hjá børnum eru torførar, og henda broytingin er púra burturvið.

Tað sigur, at Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag, nú tað er óvist, um forskúlabørn sleppa at halda fram í Skúlanum á Fløtum í Havn.

Hann sigur, at skipanin má tryggja, at eitt barn, sum gongur í forskúla, sleppur at halda fram í 1. flokki í sama skúla.

Tórshavnar kommuna ætlar at broyta leiðreglurnar fyri, hvar børn skulu ganga í skúla.

Formaðurin í Lærarafelagnum sigur, at tað er umráðandi, at allir partar í málinum verða hoyrdir, áðrenn reglurnar verða broyttar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815