Vindmyllur: Bygdarráðið bíðar eftir Suðurhelvt

17.03.2021 - 13:30
InnlendisSamfelag
Vindmyllur: Bygdarráðið bíðar eftir Suðurhelvt
Eini 100 fólk vóru á borgarafundi á Eiði um ætlanina hjá SEV at seta vindmyllur upp
Eini 100 fólk vóru á borgarafundinum á Eiði í gjárkvøldið

Nógv varð spurt á almenna borgarafundinum í Hólmahúsinum á Eiði í gjárkvøldið, tá SEV legði fram ætlanina um at seta vindmullur upp í hagapartinum Suðurhelvt.

Eini 100 fólk vóru á fundi.

Bygdarráðið Eiði fer nú at viðgera málið.

Men áðrenn bygdarráðið sigur sína hugsan, vilja tey hava at vita, hvørja niðurstøðu hagaparturin Suðurhelvt kemur til, sigur Rógvi Egilstoft, borgarstjóri. .

Olaf Kruse, formaður í Suðurhelvt, sigur, at flestu eigararnir eru sinnaðir at geva SEV loyvi at senda myllur upp.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

Rógvi Egilstoft, borgarstjóri í Eiðis kommunu, sigur, at bygdarráðið bíðar eftir niðurstøðuni hjá hagapartinum Suðurhelvt.

Olaf Kruse er formaður í hagapartinum Suðurhelvt á Eiði, har SEV ætlar at seta vindmyllurnar upp.​​​​​
 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444