Risastórt vinningsbýti - kundin fær einki

26.03.2021 - 13:16
InnlendisSamfelag
Risastórt vinningsbýti - kundin fær einki
Eigararnir fáa 700 mió. kr. í eyka vinningsbýti, nú BankNordik hevur selt virksemið í Danmark
Tey, sum eiga partabræv í BankNordik, gera eitt ordans hál hesa ferð, tí nú verða 700 milliónir kr. latnar í eykavinningsbýti

Eftir at hava selt virksemið í Danmark, er BankNordik yvirkapitaliseraður. Tí er tað einasta rætta at útluta eigarunum 700 milliónir krónur í eyka vinningsbýti.

Tað sigur Ben Arabo, nevndarformaður.

Frammanundan hevur aðalfundurin skotið upp at útluta fimm krónur í vinningsbýti fyri hvørt partabrævið í bankanum.

Tað gevur tilsamans 48 milliónir krónur í vinningsbýti til eigararnar, ella 29 prosent av avlopinum í fjør.

Nú koma so 700 milliónir krónur aftrat í eyka vinningsbýti til eigararnar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. 

Ben Arabo er nevndarformaður í BankNordik. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Kvørnin: "Ókendir"
208958
Hósdag 28. mai
Nýtt ljóð
208947
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457