Savna undirskriftir: Mótmæla krossinum á Høganesi

29.03.2021 - 08:13
InnlendisSamfelag
Savna undirskriftir: Mótmæla krossinum á Høganesi
Fólk fara at ganga hús úr húsi, at savna undirskriftir, tí tey ikki vilja, krossurin verður settur upp

Í løtuni veður skipað fyri innsavning av undirskriftum ímóti 17 metrar høga krossinum, sum ætlan er at seta upp á Høganesi, og higartil hava meira enn 100 fólk skrivað undir.

Jóhan Magnus Gunrim, sum býr á sjálvum Høganesvegnum, er ein av stigtakarunum til innsavningina av undirskriftum.

Á facebookvanganum hjá honum ber til at skriva undir mótmæli, og undirskriftirnar verða handaðar Nes Kommunu um stutta tíð.

Í næstu viku verður farið at ganga hús úr húsi við adressuni.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV