Veðurstovan verður á flogvøllinum

16.04.2021 - 08:41
InnlendisPolitikkur
Veðurstovan verður á flogvøllinum
Í løtuni verður søkt eftir tveimum veðurfrøðingum til Veðurstovu Føroya
Fyribils fer nýggja Veðurstovan at halda til í hølunum hjá veðurstøðini á Boðanesi í Havn, men seinni er ætlanin at flyta stovnin á flogvøllin

Fyribils verður Veðurstova Føroya í Havn, men seinni skal hon flytast á flogvøllin.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.

Í lýsingini eftir tveimum veðurfrøðingum til nýggju Veðurstova Føroya, stendur, at hon verður skipað sum ein deild undir Vørn, sum er stovnur undir Fiskimálaráðnum.

Høvuðsdeild og vaktarstova verður á veðurstøðini við Boðanes í Havn.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815