- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sætta frívikan krevur lógarbroyting
21.04.2021 - 10:30
Innlendis›Samfelag
Sætta frívikan krevur lógarbroyting
Føroya Arbeiðsgevarafelag vildi ikki ganga ynskinum frá S&K um sættu frívikuna á møti
Í samráðingunum við arbeiðsgevarafelagið vildi S&K-felagið hava sættu frívikuna við í sáttmálan, men tað eydnaðist ikki.
Felagið skeyt upp at taka sættu frívikuna í sáttmálan eftir fimm árum, ein dag hvørt árið, sigur formaðurin í S&K, Pætur Niclasen.
Arbeiðsgevarafelagið vísir á, at talan er um løgtingslóg um frítíð, og hon ásetir, at fólk hava rætt til fimm vikur summarfrí, og so leingi tann ásetingin er galdandi, verður hildið fast um tað, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Pætur Niclasen er formaður í S&K-felagnum.
Tak niður
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV