Ósemja um stjórastørv í Gigni aftur í gerðarrættin

07.05.2021 - 18:00
Innlendis›Samfelag
Ósemja um stjórastørv í Gigni aftur í gerðarrættin
Av tí at ósemja er, eigur arbeiðsgevarin tulkingarrættin, sigur stjórin á Lønardeildini
Trætan um stjórastørvini í Gigni enda nú aftur í Fasta gerðarrættinum

Semja hevur ikki verið um størvini "fakligur stjóri" og "varastjóri" í Gigni, síðani stovnurin varð lagdur undir Heilsutrygd í 2017.

Tað sigur Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildiní í Fíggjarmálaráðnum.

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar sigur, at Lønardeildin brýtur sáttmálan, tí fakligi stjórin og varafólkið verða ikki flokkað eftir starvsheitinum, og felagið hevur lagt málið fyri Fasta gerðarrættin.

Av tí at ósemja er, eigur arbeiðsgevarin tulkingarrættin, sigur stjórin á Lønardeildini.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Jan Mortensen er stjóri á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723