Verkfall lýst fyri vøggustovurnar hósmorgunin

31.05.2021 - 18:27
InnlendisSamfelag
Verkfall lýst fyri vøggustovurnar hósmorgunin
Pedagogfelagið lýsir verkfall í 24 tímar fyri allar vøggurstovur frá hósmorgni 3. juni kl. 7 til fríggjamorgunin 4. juni kl. 7.

Pedagogfelagið harmast um, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið ikki vilja samstarva um at fáa menniskjaligt haldføri inn í námsfrøðiliga arbeiði.

Í tíðindaskrivi, skrivar Pedagogfelagið:

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið hava í dag kastað okkara uppskot til semju aftur.

Vit mugu við hesum staðfesta, at tey nokta at taka avbjóðingina við starvsfólkamangli í álvara. Arbeiðsgevararnir vísa sostatt ongan vilja at loysa hesa risastóru samfelagsavbjóðing, ið eisini Búskaparráðið hevur ávarað um.

Starvsfólkamangulin er ein avbjóðing, sum vit og myndugleikarnir eru felags um, og sum vit mugu loysa saman. Í eini roynd at finna semju, fluttu vit okkum langt, tá ið vit, við støði í semingsuppskotinum gjørdu eitt nýtt uppskot til sáttmála mikudagin í farnu viku.

Tað harmar okkum, at arbeiðsgevararnir í staðin fyri at taka uppskotið í álvara, hava drálað alt vikuskiftið, áðrenn tey treytaleyst vístu tí burtur.

Okkara limir liva dagliga í hesum, og tí vita vit, hvat bilar og hvat skal til fyri at ung fólk skulu velja okkara øki, og fyri at tey, sum longu hava valt hetta starvsøki, verða verandi. Tað er hetta, sum okkara upplegg til sáttmála byggir á.

 

Hoyr samrøðuna við Jógvan Philbrow, formann í Pedagogfelagnum, undir myndini. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860