Bíleggingarskipanin hoknaði undir trýstinum

02.06.2021 - 16:26
Innlendis›Heilsa
Bíleggingarskipanin hoknaði undir trýstinum
Brekið er funnið, og væntandi verður skipanin í lagi aftur um ein tíma ella so

Klokkan trý seinnapartin skuldi heimasíðan, har til ber at bíleggja koppseting fyri koronu, lata upp.

Men so nógv trýst var á skipanina beinanvegin, at hon gjørdist óvirkin.

Tummas í Garði, læknastjóri, sigur, at brekið er funnið, og bíleggingarskipanin fer at lata uppaftur um ein tíma ella so.

Nú kunnu tey, sum eru 16 ár og eldri, bíleggja sær tíð til koppseting.

Hoyr samrøðu við Tummas í Garði í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717