Handtikin við hálvari millión

07.06.2021 - 12:30
Innlendis112
Handtikin við hálvari millión
Hósdagin í síðstu viku varð ein maður handtikin við umleið hálvari millión krónum í reiðum peningi uppi á sær

Løgreglan er sannførd um, at talan er um hvíttaðar pengar, sum skuldu brúkast til at keypa rúsevni í Danmark til at selja víðari á føroyska marknaðinum.

Eftir grundlógaravhoyring fríggjadagin bleiv maðurin varðhaldsfongslaður í fýra vikur.

Kom til Føroya í síðstu viku

Maðurin, sum er danskur ríkisborgari, kemur til Føroya við Norrønu í síðstu viku. Hann varð kannaður í tollinum, men hevði einki uppi á sær.

Løgreglan hevði tó framvegis illgruna til hansara og hevði eyguni eftir honum næstu dagarnar í Føroyum.

Tá maðurin var áveg av landinum aftur hósdagin, avgjørdi løgreglan at handtaka hann.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. mai
Morgunlestur týsdagur 28. mai 2024
175633
Mánadag 27. mai
Norðurljóð 27.mai 2024
175665
Mánadag 27. mai
Hákan valdi Páll...
175653
Mánadag 27. mai
Morgunlestur mánadagur 27. mai 2024
175632
Nýggjastu sendingar í SV