Ger nýggja roynd at fáa semju um undantøk

20.06.2021 - 14:05
InnlendisPolitikkur
Ger nýggja roynd at fáa semju um undantøk
Helgi Abrahamsen, landstýrismaður, fer at boðsenda fakfeløgum á fund
Frá mótmælistiltakinum uttan fyri tinghúsið mikudagin, tá lógaruppskotið um inntriv í verkfallið hjá pedagogunum varð lagt fram.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, fer fyrsta dagin at gera eina nýggja roynd at fáa semju við fakfeløgini um undantøk á arbeiðsmarknaðinum, tá verkfall er.

Tá Pedagogfelagið og arbeiðsgevararnir høvdu góðtikið semingsuppskotið í gjárkvøldið, avgjørdi Helgi Abrahamsen at taka lógaruppskotið, sum lá í tinginum, aftur.

Landsstýrismaðurin heldur, at nú eru betri líkindi at gera semju millum politisku skipanina og fakfeløgini um undantøk.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, heldur, at nú er rætta løtan at finna eina loysn um undantøk saman við fakfeløgunum, tá verkfall er. Og sjálvandi eiga fakfeløgini at fáa endurgjald fyri tað, sigur hann.

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472